Fundir uttanlands forðaðu Johan Dahl at møta á tingi

Tað sigur Johan Dahl, sum hevur størstu fráveruna í Løgtinginum hesa tingsetuna

Fundir í Norðurlandaráðnum gjørdu, at Johan Dahl ikki fekk møtt á nøkrum tingfundum. Tað skrivar hann í viðmerking til tað, sum Sosialurin og in.fo hava skrivað um uppmøtingina hjá tingfólki hesa tingsetuna.

Løgtingið førir protokol yvir, hvussu tingfólk møta, og tingfólk verða skrivað fyri fráveru, tá tey ikki møtu. Júst sum í skúlanum.

Og sambært gerðabókini eru tað tveir tingmenn úr Sambandsflokkinum, sum hava møtt serliga illa upp: Johan Dahl og Bárður á Steig Nielsen, sum hava eina fráveru upp á ávikavist 28,5 (11 tingfundir) og 20,5 prosent (8 tingfundir).

Í viðmerkingum undir greinini á Facebook verður Johan Dahl spurdur, um hann hevur nakra frágreiðing til stóru fráveruna. 

– Tað kann eg siga tær – Norðurlandaráðið og nevnarfundir Í samband við tær nevndir (Helsingforsavtalu dagføringin og marknaðarforðingsrnevndin) sum eg eri valdur í, og sum eisini hava fundir uttan fyri vanligu NLR fundirnir verða ikki frátrektir fráveru, so um tingfundur er um somu tíð, so verður tað skrásett sum frávera, skrivar Johan Dahl.

 

Les eisini: Yvir 28 prosent fráveru frá tingfundum

Tað er vanligt, at tingfólk, sum eru limir í Norðurlandaráðnum ikki biða um farloyvi, tá tey møta á fundum í Norðurlandaráðnum. Men her hevði Løgtingið ta skipan, at tað var viðmerkt í gerðabókini, at tey vóru burtur í ørindum í Norðurlandaráðnum. Í gerðabókini fyri hesa tingsetuna er einki nevnt um tað í sambandi við fráveruna hjá Johan Dahl.

Johan Dahl skrivar víðari:

– Gangi út frá sama er avbjóðingin hjá Jenis við Útnorðurráðnum? Og so var eg á ST ársfundinum í september, har eg meini tað vóru tveir dagar eg misti, áðrenn eykamaður mín tók sætið, skrivar Johan Dahl og leggur so afturat:

– Kanska er so onkur fundur gloppin av ørðum orsøkum.

Hin norðurlandaráðslimurin er Erling Eidesgaard úr Tjóðveldinum. Hann hevur verið burtur frá 5 tingfundum og hevur eina munandi minni fráveru enn Johan Dahl, upp á 12,8 prosent.