Innan stutta tíð, skal Løgtingið taka støðu til, um farast skal undir at fyrireika eina nýggja og tryggari stýrisskipan og um Føroyar eiga at gera ein nýggjan sáttmála millum Føroyar og Danmark. Ein samstarvssáttmála millum tvey javnsett lond.
Sjálvstýrisflokkurin hevur kravt, at eingin avgerð verður tikin, fyrr enn fólkið, við einari fólkaatkvøðu, hevur atkvøtt um nýggju skipanina, og Sjálvstýrisflokkurin leggur dent á, at fáa í lag eitt breitt orðaskifti millum allar føroyingar um, hvat krevst til tess at menna Føroyar sum eitt sjálvstøðugt, vælskipað og trygt samfelag fyri øll.
Tí fer Sjálvstýrisflokkurin nú undir at skipa fyri fundum kring landið um ríkisrættarligu støðu Føroya. Øll áhugað eru vælkomin. Landsstýrismenn og tingmenn floksins vera við á fundunum og greiða ítøkiliga frá øllum lutum í málinum. Høvi verður eisini hjá fundarfólkinum at siga sína hugsan.
Fyrsti fundur verður mikudagin 2. september kl. 19.30 á Landsbókasavninum í Havn. Á hesum fundi leggja Helena Dam á Neystabø og Jákup Sverri Kass fyri.