Fundir um Orðið og herbergið

Í hesum døgum hevur Frelsunarherurin fingið forvitnisliga vitjan úr Noregi, nevniliga næstleiðaran, oberstloytnantin Erling Mæland. Um vikuskiftið fer hann at tala á fleiri møtum.

Møtirøðin við Mæland byrjar í kvøld í Vági og verður síðani hildið fram í Frelsunarherinum í Havn sunnudagin kl. 10 og aftur kl. 18. Við hesi bæði møtini fara streingjakórið og hornorkestrið at luttaka.
Umframt andaliga boðskapin verður eisini tíð at umrøða tað kristiliga hjálparararbeiðið, sum Frelsunarherurin hevur havt í mong ár.
Sum ein part av skrá síni skal Erling Mæland eisini hava fund við stýrið fyri Herbergið og Samkomuráðið fyri Frelsunarherin í Havn. Á skránni fyri fundin er millum annað umrøða av ætlaðu útbyggingini, hvørs endamál er at betra um umstøðurnar hjá teimum heimleysu.
Fundarrøðin í Vági og í Havn er partur av eini fundarrøð sum eisini verður fyriskipað í Noregi og Íslandi við felagsheitinum "Orðið í sentrum". Í Føroyum verður haraftrat tíð at tosa um gerningin!