Fundur verður í Norðurlandahúsinum mikudagin 19. november kl. 13 til kl. 16 og í Býráðshøllini í Klaksvík kl. 19 til 22 um at søkja mentanarstuðul Tað kann ofta tykjast møtimikið og torskilt at søkja um norðurlendskan mentanarstuðul til verkætlanir og fyri at betra um innlitið í møguleikar og mannagongdir verður skipað fyri kunnandi fundum í Tórshavn og Klaksvík.
Á hesum fundum fer Thomas Häkkela, málsviðgeri, at greiða frá Norðurlendska Mentanargrunninum og Urd Johannesen, fer stutt at kunna um grunnin Kulturkontakt Nord.
Fundirnir eru ókeypis og fyri øll, ið hava brúk fyri at søkja um norðurlendskan pening til mentanarátøk.