Fyri hálvariaðru viku síðani gjørdi borgarstjórin í Vága kommunu, Rósa Samuelsen, vart við, at tað undir ongum umstøðum mátti henda, at politiið í Vágum bleiv skert.
Sum er, eru fýra politistar í oynni, men nú bygnaðarbroytingar skulu gerast, er ætlanin at taka tveir av teimum fýra politistunum av oynni og til Havnar.
Sum skilst er ætlanin, at um dagarnar skulu so tveir politistar aftrat koma úr Havn og vestur í Vágar til eftirlitið á flogvøllinum og annað politiarbeiðið.
Men sum skilst, verður hetta so bara um dagin, og tað segði Rósa Samuelsen, at hvørki Vága ella Sørvágs kommuna fóru at góðtaka tað.
Nú hevur so ein fundur verið millum borgarstjórarnar í Vágum og politiið, og niðurstøðan var, at partarnir fara undir eina miðvísa tilgongd í sambandi við fyribyrging.
- Dentur verður lagdur á, at SSP, sum er samstarv millum barnaverndarmyndugleikar, skúla og politi, fer at raðfesta fyribyrgingararbeiðið, har serligur dentur verður lagdur á misnýtslu av rúsevnum í økinum, siga kommunurnar í Vágum.