Russiski forsetin, Vladimir Putin, er í Kina og vitjar, og í dag tosaðu hann og kinesiski forsetin, Hu Jintao, um viðurskiftini í Sýrialandi. Higartil hava Russland og Kina styðjað stýrið hjá Bashar al-Assad, forseta, og tey hava sýtt fyri at taka undir við harðari tiltøkum ímóti sýriska stýrinum.
Kinesiski ST-sendiharrin segði í gjár, at støðan í Sýrialandi er komin á eitt vegamót, og at teir stríðandi partarnir eiga at steðga harðskapinum.
Fyrrverandi ST-aðalskrivarin Kofi Annan fer at tosa við ST-trygdarráðið hósdagin, og dagin eftir skal hann hitta amerikanska uttanríkisráðharran, Hillary Clinton. Báðir fundirnir snúgva seg um Sýrialand.
Sýriskir mannarættindafelagsskapir siga, at stjórnarherurin hevur tikið ræðið í býnum Kfar Zita, og at nógv mótstøðufólk eru flýdd úr býnum. Samstundis siga aðrar keldur, at fýra fólk eru deyð í álopum á mál í býnum Islib nærhendis turkiska markinum.