Hesa vikuna fundast tey 52 limalondini í UEFA um innandurafótbólt, sum skal hava hægri raðfesting. Spælið Futsal fær alsamt størri undirtøku, og nú ætlar UEFA meira miðvíst at skipa fyri kappingum í hesum spæli. Futsal er innandurafótbóltur, har grundarlagið er tekniskur fótbóltur fram um kropsligar nærdystir.
Rúni Heinesen og Pætur Clementsen umboða FSF á fundinum, sum verður hildin í Madrid.