Fundast um Christian í kvøld

Fyri góðari viku síðani bendi alt annars á, at feløgini vóru ávegis eini loysn, har Christian Andreasen verður valdur til sessin. Men enn er ivasamt, hvussu breið semjan aftan fyri Christian Andreasen er.

Sjálvur hevur Christian sagt, at hann bert verður partur av valstríði, um hann kennir seg hava nóg dyggan stuðul til hetta, og tað er júst hetta, sum tey níggju feløgini, ið standa aftan fyri uppstillingina, skulu fundast um í kvøld.

Sum skilst verður fundurin hildin við Margáir, og tá fæst helst ein ábending um, hvussu forsetavalið leygardagin tørnar út. Ella um talan yvir høvur verður um val.