Fundast um 2. útbjóðing

Síðani Oljufyrisitingin fór aftur av bakkastokki nú um dagarnar hevur verið ávist fundarvirksemi í sambandi við 2. útbjóðing.

Talvan vísir okkum eina uppgerð yvir, hvat er latið til førleikamenning frá oljufeløgunum hesi fyrstu trý árini síðani oljuloyvi vórðu latin.




Vinna og útbúgving fara við tí mesta

Førleikamenning
Jan Müller

Vinnan og so útbúgving fara við meginpartinum av pengunum, sum oljufeløgini hesi fyrstu trý árini hava játtað til førleikamennning. Í eini uppgerð, sum Oljufyristingin hevur gjørt fram til 1. Januar eru latnar knappar 30 mió. kr. til vinnuendamál og góðar 16 mió. kr. til útbúgvingarendamál, meðan góðar 2 mió. eru latnar til annað.

Taka vit so vinnuna, er tann størsti parturin farin til venjing og upplæring, umleið 17 mió. kr., meðan menning eitt nú í samband við framleiðslu er farin við umleið 7 mió. kr. Á talvuni omanfyri sæst, at eitt øki sum leiðslumenning er bert farið við 336.000 kr. Hví so er er ilt at meta um, men við Sosialin í vikuni segði Petur Joensen á Oljufyrisitingini, at tað er tankavekjandi, at hesin parturin er so undirumboðaður.

Samlaða játtanin, ið tey fýra oljusamtøkini: BP/Shell, Faroes Partnership, Statoilbólkurin, ENI/Føroya Kolvetni og Anadarko hava latið, eru uppá 85 mió. kr. Av hesum eru brúktar umleið 47 mió. kr fram til árslok. BP/Shell letur størstu upphæddina við at rinda umleið helvtina ella 40 mió. kr. tril førleikamenningina. Næst er Faroes Partnershp við umleið 18 mió. kr. og í hølunum kemur so Statoilbólkurin.











Útbjóðing


Sosialurin skilur, at eitt nú Oljuvinnufelagið undir Vinnuhúsinum og FOÍB, felagið hjá oljufeløgunum hava lagt síni sjónarmið fram fyri umboð frá Oljufyrisitingini um 2. Útbjóðing. Í dag verður fundur við umboð fyri fiskivinnuna og umhvørvismyndugleikar. Hetta er alt liður í tilrættaleggingini av eini nýggjarí útbjóðing og líkist tí mannagongd, sum varð undan 1. útbjóðing, har ymsir myndugleikar og vinnan vórðu eftirspurd. Hetta verður so partur av grundarlagnum undir tí tilmæli og lógaruppskoti, sum landsstýrismaðurin um stutta tíð fer at leggja fyri løgtingið