Fundast framvegis á Hafnia

Klokkan 12 í dag samlaðust formenninir í føroysku fótbóltsfeløgunum á Hotel Hafnia, sum er karmur um týðandi fundarvirksemi í FSF í dag.

Í fyrstu atløgu var talan um fund, sum kortini var í umbúna, og sum ikki viðkom aktuella málinum um aðalskrivaran. Men sum tó viðgjørdi politisku støðuna, sum hevur verið í FSF seinastu tíðina.

 

Klokkan 14 kom forsetin og starvsnevndin á fund við feløgini, og bæði minni- og meiriluti løgdu síni sjónarmið fram.

 

Síðani var kaffisteðgur, har starvsnevndin varð koyrd á dyr, og nú sita formenninir aftur og viðgera støðuna.

 

Enn er einki ljóð komið úr fundarhølunum, men roknað verður við, at hesin fundurin fer at taka eina góðan tíma ella so.