Fótboltur
Tað var ein bumba, sum varð slept, tá portalurin fríggjakvøldið skrivaði um eit løgfrøðisligt upprit, sum ætlaði fundarstjórin, Jens Wang, hevði gjørt til aðalfundin hjá FSF.
Reglurnar fyri, hvør hevur rætt at greiða atkvøðu á aðalfundinum, siga, at felag skal hava havt lið í bæði yngru og vaksnu deildunum í farna kappingarárinum. Og fyri SÍ og SÍF avleiddi hetta eitt ivamál.
Feløgini hava nevnliga havt lið í yngru deildunum og í oldboys, og umsitingin hevði tí biðið løgfrøðingin gjørt upprit, um hetta gav atkvøðurætt.
Og tað helt Jens Wang ikki. Avleiðingin varð, at skuldi hann stýra fundinum, so høvdu hvørki SÍ ella SÍF atkvøðurætt, og tað fekk øði í grindina.
Í fyrsta lagi varð roknað við, at hetta kostaði sitandi forsetanum, Høgna í Stórustovu, tvær atkvøður í forsetavalinum, og tað vildi hann ikki lata um seg ganga. Fundarfólkið mátti tí bíða í trý korter, meðan starvsnevndin sat á kreppufundi, og úrslitið av hesum fundinum varð, at Anfinn V. Hansen í skundi varð tilkallaðu sum nýggjur fundarstjóri.
Umframt at útmerka seg við fleiri skemtiligum viðmerkingum, hevði nýggi fundarstjórin eisini eina øðrvísi fatan av juridiska spurninginum.
Í fyrstu atløgu vildi hann ikki lata feløgini greiða atkvøðu um broytingar í kappingarreglunum, tí bara eitt felag ynskti hetta. Men tá hann so eftir steðg upp á eitt korter setti fundin, boðaði hann frá, at hann metti SÍ og SÍF hava atkvøðurætt.
Í grundgevingunum fyri hesum segði Anfinn V. Hansen, at hann sum so einki hevði at finnast at mótvegis uppritinum hjá Jens Wang. Men hann vísti á, at støðan fyri einum ári síðani var júst tann sama, og tá høvdu bæði SÍ og SÍF rætt at greiða atkvøðu. At broyta hetta í evstu løtu, helt hann vera sera ósiðiligt, og tí mælti hann til, at FSF til komandi aðalfund hevur fingið greiðari reglur um hendan spurningin. Men sló samstundis fast, at SÍ og SÍF høvdu rætt at greiða atkvøðu á fundinum.