Fundarstjórin fintar

Tað kann væl vera, at Høgni í Stórustovu var verjuspælari, tá hann enn gjørdi um seg á fótbóltsvøllinum. Men at hann enn dugir onkra fintu, kom fram, tá farast skuldi undir atkvøðugreiðsluna á aðalfundinum hjá FSF.

Orsøkin til ósemjuna, sum tók seg upp beint undan aðalfundinum, var eitt notat, sum ætlaði fundarstjórin, Jens Wang, hevði gjørt um atkvøðurætt. Her staðfesti hann, at SÍ og SÍF ikki høvdu atkvøðurætt, tí oldboys-kappingin ikki kundi sammetast við vanligu vaksnamannadeildirnar.

Fyri at hava atkvøðurætt skal felag hava lið í bæði yngru og vaksnamannadeildum, og sambært tulkingini hjá Jens Wang høvdu SÍ og SÍF ikki hetta.

Roknað varð við, at Høgni í Stórustovu við hesum hevði mist tvær atkvøður, men tær tykist hann hava vunnið aftur við nýggja fundarstjóranum.

Anfinn V. Hansen enn ikki sagt, hvønn hann metir hava atkvøðurætt, men nógv bendir á, at hann hevur eina aðra fatan.

Fyri løtu síðani vóru broytingar í kappingarreglunum á skránni. Her vildi umboð fyri HB hava at vita, hvør kundi atkvøða. Fundarstjórin segði, at varð eingin atkøvðugreiðsla, bíðaði tann spurningurin. Og tá HB sum einasta felag ynskti atkvøðugrieðslu, vóru boðini, at var bara eitt felag, sum ynskti hetta, so metti hann málið sum samtykt, áðrenn hann segði, at nú var steðgur í eitt korter.