ÓLAVUR Í BEITI
Seinni í vikuni verður gjørligt hjá øllum sum hava sjónvarp og textvarp at síggja skránna frá løgtinginum. Skráin er viðvíkjandi tingfundum og nevndarfundum, og sum skilst á Gunnhild á Rógvu Olsen, marknaðarstjóra í sjónvarpinum, er skráin longu komin út á textvarpið sum ein royndarmynd. Men seinni í vikuni verður ein fullfíggjað skrá á skíggjanum.
Og hetta var eisini annað av málunum, sum formansskapurin í tinginum í samráð við sjónvarpið vildi hava sett í verk, hitt var so at fáa mynd eisini, tá ið tingfundir eru. Gjørligt hevur verið at hoyrt í sjónvarpinum frá tingsins røðarapalli nú í nakrar mánaðir og sum skilst, hevur hetta verið vælumtókt úti um landið. Men tað er ikki greitt enn, nær vit fáa myndina, tí tað er ikki sum at siga tað at fáa »signalið« úr tingsalinum og niðan í Vørðsluna og so víðari út um landið.
Tróndur Djurhus, sjónvarpsstjóri, veit ikki at siga neyvt, nær myndin kemur á skíggjan, men ein av fyrstu døgunum verður skriv sent tingformanninum, har biðið verður um fund, so meiri ítøkiligt kann farast til verka. Greiða skal fáast á hvussu stórar íløgur talan er um og hvør skal gjalda.
Føroya Tele við
Og Tróndur Djurhuus vísir eisini á, at viðvíkjandi teim teknisku spurningunum, verður Føroya Tele eisini tikið við í samráðingarnar, tí greiða skal fáast á, um myndin skal sendast gjørgnum kaðal ella gjøgnum luftina úr tingsalinum og niðan í sjónvarpið.
Nær alt hetta kanningararbeiðið er umliðið, er ilt at siga, men sjónvarpsstjórin metir ikki, at tað fara at ganga nógvir mánaðir.
Og so skal eisini støða takast til, um vit bert skulu síggja røðarapallin, tá ið tingfundir eru, ella um onnur myndatól skulu setast upp, so vit eisini síggja sjálvan salin, og tá ið atkvøðugreiðslur eru at tann myndin kemur á sjónvarpsskíggjan við.