Urguleikarafelagið v/ Jens Mortan Mortensen, formanni
Í nógv ár hava ymsu kirkjuráðini í Føroyum tikið stór tøk til tess at byggja kostnaðarmiklar og góðar urgur. Onkur skal halda fram, har ið kirkjuráðini hava lagt lunnar, og urguleikarar eru ikki at finna undir hvørjum steini.Hetta ger at trupulleikin at fáa sjálvboðið fólk at binda seg árið á tamb bara veksur heldur enn minkar.
Tí spyr Urguleikarafalagið:
Hvør hevur ábyrgdina av, at tað í t.d. Gjógv situr ein urguleikari hvønn einasta heiligdag í árinum umframt við Allar aðrar kirkjuligar handlingar?
Er tað ovasti kirkjuligi myndugleikin?
Er tað kirkjuráðini?
Ella er tað mentamálaráðið?
Við tað at føroyska kirkjan verður yvirtikin 1 jan. 2007 meta vit, at tað má hava miklan áhuga hjá kirkjuligu myndugleikunum, hvør tað er, ið skal bera okkara sálma/sangskatt víðari.
Sum er verður sungið minni og minni í skúlunum. Hetta er tragiskt, tí sangur hevur stóran mentalan mátt og er heilsufremjandi. (Dømi: ein Ólavsøkunátt á Vaglinum í Havn, har fjøldin ikki kennir sangirnar.)
Urguleikarafelagið hevur á aðalfundinum samtykt at:
Urguleikarar skulu hava samsýning fyri arbeiði sítt.
Teir urguleikarar ið nú virka, mugu hava sjúkavikarar og avloysarar.
Kirkjan kann skriva út eina kapping í at yrkja nýggjar nútíðarsálmar, sum siga ungdóminum nakað um teirra egna lív og umhvørvi.
Urguleikarafelagið sær fram til ein fund við Jógvan á Lakjuni kirkjumálaráðharra.
Okkara visjón 2015 er, at tað í øllum størri bygdum sita urguleikarar í føstum starvi. Hesi skulu saman við skúlaverkinum hava ábyrgd fyri, at sálma/sangskatturin verður borin víðari til komandi ættarlið. Sambært Hagtalsbókini fyri 2004 eru 84% av øllum føroyingum limir í føroysku fólkakirkjuni, og eitt so stórt tal forplyktar kirkjuligu myndugleikarnar at taka felag okkara í álvara.










