Fundarsamtykt frá landsstevnu Javnaðarfloksins 22.-23. september 2000
Ríkisrættarstøðan
Landsstevnan ásannar, at landsstýrið er komið í rasshaft av fullveldisætlanini. Tí er nú í tøkum tíma, at allar kreftir, sum vilja veruligt sjálvbjargni, taka seg saman at loysa hetta mál eftir tí leisti, sum er lagdur fram í uppskoti Javnaðarfloksins til eina komandi sjálvsstýrisskipan.
Hetta er besti mátin at fáa breiðu semjuna í fólkinum um sjálvstýri, sum er neyðug fyri, at øll kunnu kenna seg trygg og medvirka til tær broytingar, sum skulu til, fyri at Føroyar kunnu koma at standa á egnum beinum.
Hernaðarmálið
Landsstevnan slær fast, at tað er í stríð við okkara fólkaræðisligu skipan, at landsstýrið arbeiðir við at innlima Føroyar í Nato ella tess felagsskapir, uttan at løgtingið hevur havt høvi at viðgera spurningin av nýggjum.
Felags tilfeingi ? fólksins ogn
Landsstevnan mótmælir, at fiskirættindi og fiskidagar eru vorðin handilsvøra hjá nøkrum fáum at ríka seg upp av.
Landsstevnan mælir tí til at broyta fiskidagaskipanina og vísir m.a. á tørvin fyri einum fiskidagamarknaði at umsita fiskidagar. Serliga hevði hetta gagnað møguleikunum hjá nýggjum fólki at sleppa uppí fiskivinnuna.
Oljan á føroyskum hondum
Landsstevnan harmast um, at uppskotið frá andstøðuni um at stovna alment oljufelag ikki vann frama á løgtingi. Tí áleggur landsstevnan flokkinum áhaldandi at stríðast fyri, at eitt alment oljufelag verður sett á stovn.
Privatiseringar
Landsstevnan stuðlar floksins greiðu støðu ímóti at avreiða almennar ognir til privatar fyri løtuvinning, sum skal fíggja fullveldið.
Privatisering er í veruleikanum ein avdemokratisering, har fólksins møguleikar fyri ávirkan eru burtur, og virðini ístaðin latin spekulantum at gera sær dælt av .
Skal vera gott at eldast í Føroyum
Landsstevnan tekur dyggiliga undir við floksins stremban eftir at varðveita og menna eina samhaldsfasta eftirlønarskipan, sum kann tryggja øllum eina hóskandi pensjón. Privata fólkatryggingin hjá samgonguni verður ikki annað enn ein brandskatting, sum serliga fer at raka tey lágløntu meint.
Fólkapensjónin og samhaldsfasta arbeiðsmarknaðareftirlønin skulu gerast so munagóðar og skipast so
o at hin einstaki fíggjarliga skal kunna skipa sær pensjónstilveruna, sum honum hóskar best,
o at skiftið frá arbeiðsmarknaðinum til pensjónstilveruna gerst lagaligari, bæði arbeiðsliga og fíggjarliga,
o at umstøður skulu skapast fyri, at pensjónistar kunnu fáa skerda arbeiðstíð og lutvísa eftirløn,
o at hitt almenna við fjølbroyttum tilboðum skapar fortreytir fyri, at pensjonistar kunnu hava eitt virkið og innihaldsríkt lív.
Pláss fyri øllum
Landsstevnan krevur munandi bøtt fíggjarlig kor hjá teimum, ið forvinna minst, og munagott endurgjald móti inntøkumissi av óarbeiðsføri, vanlukku ella arbeiðsloysi.
Landsstevnan vísir á, at tað er ein vaksandi tørvur á at varðveita og menna vælferð-arskipanir, soleiðis at øllum verður tryggjað bestu liviumstøður.
Flokkurin eigur eisini at leggja nógv størri dent á ein virknan og fjølbroyttan endurbúgvingarpolitikk.
Javnaðarflokkurin skal virka fyri
o at brekað verða hoyrd og fáa høvi at taka lut í orðaskifti um mál, ið viðvíkja teirra lívi,
o at forðingar ikki verða fyri, at brekað fáa sama rætt til samfelagslig tilboð sum onnur, og
o at nøktandi stuðul og endurgjald vegna brek verða veitt.
Eitt betri arbeiðslív
Landsstevnan ásannar, at undir sitandi borgarligu samgongu eru ójavnarnir og ótryggleikin á arbeiðsmarknaðinum øktir, og at tørvurin á ábótum er vorðin átroðkandi.
Landsstevnan áleggur Javnaðarflokkinum at virka fyri
o at mismunurin millum tímalønt og fastlønt viðvíkjandi sjúkradagspeningi skal fyribeinast beinanvegin, so at øllum á arbeiðsmarknaðinum verður tryggjað fult endurgjald undir sjúku frá fyrsta sjúkradegi,
o at barnsburðargrunnur fyri allan arbeiðsmarknaðin skal setast í verk beinanvegin, so at tímalønt og fastlønt eisini her verða javnsett. Eitt týðandi familjupolitiskt tiltak á arbeiðsmarknaðinum er at longja barnsburðarfarloyvið upp í tvey ár.
o at nýggj arbeiðsmarknaðarútbúgvingarskipan skal stovnast, við lóggávu um farloyvisskipanir og lønarendurgjald,
o at 120-daga reglan hjá fastløntum, sum skerjir uppsagnarfreistina og tilknýtið til arbeiðsmarknaðin, skal burtur. Ístaðin skal ein skipan m.a. við sjúkraráði á arbeiðsplássunum finna aðrar útvegir, enn bara at blaka fólk til hús. Soleiðis skapa vit eisini ein rúmligari arbeiðsmarknað, sum eisini hevur pláss fyri fólki, sum eina tíð ella varandi ikki hava fullan arbeiðsførleika.
o at fiskimenn skulu hava rætt til pensjón frá 60-ára aldri.
Landsstevnan ásannar, at ongantíð hevur verið størri tørvur á, at allar góðar kreftir taka hendur saman um ein sterkan Javnaðarflokk, sum kann tryggja eitt samhaldsfast samfelag, har hvør kennir egnan týdning og egnar skyldur. Eitt samfelag, sum setur okkara frælsi til eitt virkið og viðkomandi lív í hásæti.