- í Klaksvík 29.10.2005
Sjálvstýrisflokkurin tekur frástøðu frá ætlanum samgongunnar at leggja seg út í arbeiðsstøðg og lóggeva einum parti av limunum í einum fagfelag aftur til arbeiðis. Hetta má vera eindømi og skapar ikki álit millum partarnar. Slíkar ósemjur mugu loysast á annan hátt.
Ætlaði skattalættin á 60 milliónir krónur um árið, sum samgongan hevur fráboðað, er nú vorðin til ein óvirðiligan innanhýsis sjónleik í samgonguni, hvørt talan er um skattalætta ella afturbering til kommunurnar. Eisini er tað átaluvert, at tað er Samhaldsfasti, sum skal gjalda.
Sjálvstýrisflokkurin vil arbeiða fyri, at øll ung skulu fáa ta útbúgving, tey sjálvi velja. Útbúgving er ein tann týdningarmesta íløgan í okkara samfelag og er at meta sum lykilin til framburð.
Menningin kring landið skal tryggjast, so stovnar, ið skapa førleikakrevjandi arbeiðspláss, verða í øllum økjum í landinum.
Sjálvstýrisflokkurin er av teirri áskoðan, at vit í størri mun skulu gagnnýta varandi orkukeldur. Tað almenna eigur at seta sær sum mál, at innan 2015 skal 50% av orkunýtsluni í øllum almennum byggningum koma frá varandi orkukeldum.
Sjálvstýrisflokkurin staðfestir, at fiskiríkidømið er ogn Føroya fólks. Hetta ríkidømið skal í størri mun koma Føroya fólki til góðar.
Einskiljing av almennum fyritøkum eigur at verða framd á einum tryggum grundarlagi og við skynsemi, soleiðis at sum mest fæst burturúr.