Fundarsamtykt

frá Landsstevnu Javnaðarfloksins í Skopun 17. og 18. sept. 1999

Javnaðarflokkurin varð stovnaður við tí endamáli at stríðast fyri og vinna fólkinum, tí einstaka húskinum og tí einstaka føroyinginum góð og trygg lívskor. Landsfundurin ásannar at flokkurin, nú vit standa á gáttini til eina nýggja øld, framvegis hevur hetta sum sítt størsta og fremsta mál í øllum sínum politiska virki.

Landsfundurin staðfestir, at trygg, rúm og greið ríkisrættarlig viðurskifti eru treyt fyri, at floksins politisku mál verða rokkin. Tí tekur landsfundurin fult og heilt undir við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum um at broyta ríkisrættarligu støðu Føroya við eini sjálvstýrislóg og einum samstarvssáttmála í ríkisfelagsskapi við Danmark. Hetta merkir:


* at øll samfelagslig menning eisini á tí ríkisrættarliga økinum hevur til endamáls at skapa eitt samhaldsfast samfelag fyri frí og fræls menniskju, har umsorganin fyri felags áhugamálum og vælferð er í hásæti.


* at Javnaðarflokkurin vil fremja hetta í einum nýskipaðum ríkisfelagsskapi millum Føroyar og Danmark


* at sjálvstýrislóg verður sett sum karmur um framtíðar stjórnarstøðu Føroya ístaðin fyri galdandi heimastýrislóg


* at sjálvstýrislógin verður grundað á ein samstarvssáttmála millum Føroyar og Danmark sum tvey sjálvstøðug og javnsett lond í ríkisfelagsskapi hvørt við annað.


* at sáttmálin skal áseta at Føroya Løgting, sum umboð fyri Føroya fólk, er hægsti myndugleiki í Føroyum.


* at ongar formligar avmarkingar eru fyri , hvørji mál kunnu verða yvirtikin, t.v.s. at øll mál koma undir føroyskt ræði, tá ið Føroya Løgting avger tað.


* at farið verður undir at minka ríkisstuðulin við einum parti av tí staðfesta vøkstrinum í føroysku tjóðarframleiðsluni.


Sjálvstýri eftir hesum leisti hevur sostatt ongar avmarkingar, tí við sáttmálanum kunnu vit økja sjálvstýri so hvørt sum vit skapa fíggjarligar og fyrisitingarligar fyritreytir.

Ein so grundleggjandi avgerð um framtíðar politisku skipan Føroya má hava breiða undirtøku í fólkinum og byggja á ein avgjørdan meiriluta á Føroya løgtingið. Tí er neyðugt, at lógarásetingin um eina nýggja stjórnarskipan fyri Føroyar verður staðfest á eini fólkaatkvøðu við avgjørdum meiriluta.

Landsfundurin staðfestir, at Javnaðarfloksins uppskot um nýggja stjórnarskipan fyri Føroyar, sjálvstýrislógin, bæði stjórnarrættarliga og politiskt er haldgott, og er tað einasta uppskotið, ið fjøldin av føroyska fólkinum kann savnast um.