Fundarrøð um Heilsunýskipanina byrjað

Fyrstu fundirnir millum áhugafeløg og landsstýrismannin í heilsumálum um nýskipan av heilsuverkinum vóru í gjár, tá Krabbameinsfelagið og MBF vitjaðu í Heilsumálaráðnum.

- Tey sum brúka og sum eru um brúkarar av heilsuverkinum hava eina serliga týdningarmikla vitan um okkara heilsuverk. Hesa vitan ynski eg at hava í skjáttuni, nú vit í Heilsumálaráðnum eru farin undir arbeiðið at umskipa heilsuverki, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður, í viðmerking.

45 áhugafeløg og fakfeløg eru boðin á fund við landsstýrismannin at umrøða ætlanirnar um Heilsunýskipan komandi dagarnar.