Myndugleikarnir í Zimbabwe settu í gjár politisku andstøðuni forboð fyri at halda ein fund, sum andstøðan skuldi skipa fyri í høvuðsstaðnum Harare. Andstøðuleiðarin, Morgan Tsvangirai, sum skuldi halda røðu á fundinum, bleiv tikin, men varð latin leysir stutt eftir. Andstøðan mótmælti fundarforboðnum og vísti á, at myndugleikarnir høvdu upprunaliga játtað andstøðuni at halda fund í miðbýnum í Harare. Ætlanin er at hava bæði forseta- og tjóðartingsval í Zimbabwe í mars, og andstøðan vil vera við, at myndugleikarnir gera alt fyri at avmarka møguleikarnar hjá andstøðuni at fyrireika seg til valini.