Fundarfólk komu til stongdar dyr

Uttanríkis og vinnumálaráðið boðar frá, at almenni fundurin í Klaksvík, um burðardygga ferðavinnu, bleiv skeivt lýstur. Fundurin verður í staðin hildin tvær ferðir.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið lýsti við fundi at vera 21. februar klokkan 19:30. Hettar var eitt misstak, tí fundurin bleiv hildin klokkan 17:30.

 

Nøkur fólk vóru møtt klokkan 17:30, og fundurin bleiv hildin. Klokkan 19:30 komu fundarfólkini, sum høvdu sæð skeivt lýstu tíðina, til stongdar dyr. Hetta harmast Uttanríkis- og vinnumálaráðið almikið um.

 

Fundurin verður tí endurtikin í kvøld, hóskvøldið 22. februar klokkan 19:30.

 

Hoyringarfreistin verður longd samsvarandi til fríggjadagin 23. februar klokkan 15:00.