Millum heili 200 leikrit valdi Nordisk Teaterunion (NTU) í ár at lata finska leikskaldinum Juha Jokela norðurlendsku dramatikaraheiðurslønina fyri leikritið ”Fundamentalisten” frá 2006.
Leikurin snarar kring ymsar fatanir av trúgv og átrúnað, og vakti hann stóran ans, tá leikbólkurin TVAZZ framførdi hann í Føroyum í fjør heyst.
Vónríkur leikur
Í grundgevingini fyri at lata finska leikskaldinum heiðurslønina var millum annað sagt, at ”Fundamentalisten” er ein upplívgandi, intelligentur og vónríkur leikur um átrúnað, um menniskju fjøtraði av átrúna og um samanbrestin millum ymsar fatanir av trúgv.
Víðari varð sagt, at leikurin hjálpir tær at síggja, at fundamentalisma er so nógv meira enn trongskygdir menn í turban og gevur tær møguleika at kaga inn í tankaverðina hjá fundamentalismuni ístaðin fyri bert at fordøma. Ein tekstur, ið borar óvanliga djúpt niður í grundleggandi spurningar hjá menniskjanum.
Eisini er leikurin genialur í sínum einfalda dramaturgiska bygnaði genialur. Málið í leikinum avdukar tann iva, sum goymir seg aftan fyri tilvandu leiklutirnir og tankamynstini hjá persónunum á pallinum.
Leikurin hevur verið spældur í seks ymsum leikhúsum síðani frumframførsluna á Teater Jurkka í Finlandi í 2006.
Føroysk luttøka
Handanin av heiðurslønini fór fram í Tampere, sum var karmur um sjónleikafestivalin Nordic Showcase and Drama Forum í farnu viku.
Í hesum sambandi varð føroyski leikbólkurin TVAZZ boðin við at gestaframføra ”Fundamentalisten”. Tað var eisini TVAZZ, sum stóð fyri fyrstu uppsetingini av leikinum uttanfyri Finland, tá tey framførdu leikin í Føroyum í fjør heyst, og vóru tað somu leikararnir, Bárður Persson og Gunnvá Zachariasen, sum framførdu í Tampere. Spælt varð á føroyskum við enskum og finskum undirteksti, og varð leikurin sera væl móttikin.
Á sjónleikafestivalinum varð eisini skipað fyri kjakfundum av ymsum slag. Eitt nú luttók føroyski søgufrøðingurin Hans Andreas Sølvará í kjaki undir evninum 'Taboos in the Theatre' saman við umboðum úr Íslandi, Svøríki og Danmørk.
Hørð kapping
Norðurlendska dramatikaraheiðurslønin verður annaðhvørt ár latin einum leiki, sum hevur havt frumframførslu seinastu tvey árini.
Í uppskoti til heiðurslønina í ár vóru so frægir leikir sum: ”Fundamentalisten” eftir Juha Jokela, Finland, ”Óhapp!” Eftir Bjarni Jónsson, Ísland, ”Om et øjeblik” eftir Peter Asmussen, Danmark, og ”Valerie Solanas ska bli president i Amerika” eftir Sara Stridsberg, Svøríki.
Ongi leikrit vóru í uppskoti úr Føroyum og Noreg í ár. Nevnast kann, at Jóanes Nielsen fekk heiðurslønina í 2002 fyri leikin ”Eitur nakað land weekend?”
Norðurlenska dramatikaraheiðurslønin varð latin á fyrsta sinni í 1992. Saman við heiðrinum fylgja 5000 evrur.