Ungmannafelagið Samband heldur, at kjakið um hesi mál hevur fingið ein skeivan rætning. Í staðin fyri at tosa um, at tað skal vera pláss fyri øllum í okkara samfelag, og at øll skulu góðtakast, homo- og heteroseksuel, kristin og vantrúgvandi, konufólk og mannfólk o.s.fr. snýr kjakið seg um, hvussu einstøk ung bróta niður allan kristindóm í landinum.
Um treytin fyri at vit skulu vinna rættvísi til øll fólk uttan mun til húðarlit, seksuella orientering, kyn og politiskan lit er, at vit verða skýrd at avkristna Føroyar, so má tað verða so og tekur millum annað Ungmannafelagið Samband, fulla ábyrgd fyri at syrgja fyri hesum. Vit vilja undir ongum umstøðum góðtaka, at ávísir samfelagsbólkar ikki fáa innivist í samfelagnum. Ei heldur verður góðtikið, at hesi liva undir øðrvísi korum enn vit onnur. Vit eru øll borgarar í Føroyum.
Bill Justinussen kennir allan ungdóm
Tá Bill Justinussen í sendingini Refleksjón sigur seg kenna allan ungdóm, so ljóðar tað løgið. Sambært Bill Justinussen umboða fýra ungmannafeløg ein lítlan minniluta, meðan Bill Justinussen kennir ein meiriluta av ungdóminum, og tey hava eina aðra fatan. Hóast Bill Justinussen kennir so nógv ung er vert at bíta merki í, at Miðflokkurin ikki sjálvur megnar at manna eitt ungmannafelag.
Mótreaktiónin, sum Bill Justinussen tosar um, er júst tað, ið hendir. Ungdómur vil ikki standa modell til, at ávísir samfelagsbólkar ikki fáa innivist í okkara samfelag. Hetta er ikki ein hugsan, ungdómurin kann standa inni fyri.
Fyri at ungdómur skal trívast í einum landi, skulu karmarnir vera fyri tí. Ávísir politikarar, har ímillum Bill Justinussen, vilja, við at lóggeva ímóti ávísum bólkum í samfelagnum, bróta niður teir karmar, sum skulu fáa ung at venda heimaftur at búseta seg. Ungmannafeløgini hava ligið still, og tískil hevur einki mótspæl verið, og snævur skygdar hugsanir hava fingið frítt spæl. Henda tíðin er vónandi farin, og vit kunnu aftur liva í einum fólkaræði, har pláss er fyri mær og tær og okkum.