Tá ið tú skalt byggja eini hús, so mást tú seta tey á eitt gott fundament, sum heldur, so tú altíð kanst føla teg tryggan í húsum tínum.
Ein og hvør felagskapur má hava eitt fundament, eitt ella annað, sum bygt verður á, tað ber ikki til at liva í tilfeldiheitum. Tað mugu gerast viðtøkur osf.
Eitt partafelag skal gerast. Tað má hava ein stjórn, eginpeningur má vera. Skil má vera á tingunum, tað er vituligt.
Men tá tað kemur til andalig viðurskifti, halda summi, at her kann man ikki siga nakað vist. Her kann man einki vita við vissu, halda tey. Tá ið so summi trúgva tí, sum bíblian lærir so klárt um ævigt lív, synd, rættvísi, dóm osf. og byggja sína tilveru á hetta, verða tey skýrd sum fundamentalistar og fundamentalistar í negativari merking.
Men er tað neyðugt her í lívinum at hava fundament at byggja á, so mikið meira hava vit fyri neyðini, at hava eitt fundament at byggja á, tá í tað kemur til tey ævigu tingini. Jesus gav okkum sjálvur hetta fundamentið at byggja á. Hann sigur soleiðis í Matt. 7,24-27:
Hvør tann, sum tí hoyrir hesi orð Míni og ger eftir teimum, verður líkur vitigum manni, ið bygdi hús sítt á hellu. Grovregnið kom, áirnar vuksu, og vindarnir blástu og raktu hetta hús; men tað fall ikki, tí tað var grundað á hellu. Men hvør tann, ið hoyrir hesi orð Míni og ger ikki eftir teimum, verður líkur dára, ið bygdi hús sítt á sandi. Grovregnið kom, áirnar vuksu, og vindarnir blástu og raktu hetta hús; og tað fall, og fall tess var stórt."
Vit mugu ansa okkum, at vit ikki blanda ting saman. At ræðast alt, sum hevur við fundamentalismu at gera, fyri tí um sumt er vert at ræðast, tað er at blanda tingini saman. Fundamentalisma, sum summi vilja kroysta niður yvir onnur við makt, ja enntá við hóttan eftir lívinum, má ikki skerast yvir ein kamb við tað fundament, sum Jesus býður okkum við orði sínum. Tað er ein útrættur armur til okkum, sum eru so illa stødd og ikki høvdu havt nakað at bygt á, hevði ikki Gud havt opinberað okkum tað við orði sínum.
Jú, okkum tørvar eitt fundament at byggja á. Okkum tørvar eitt ávíst stað at ganga ímóti, okkum tørvar sannleikan, her sum lygnin ræður, okkum tørvar lív her, sum deyðin ræður. Jesus sigur:
Eg eri vegurin, sannleikin og lívið. Byggir tú á hann?
… tit, sum uppbygd eru á grundvølli ápostlanna og profetanna - og hornsteinurin er Kristus Jesus sjálvur. Ef.2,20.
Bíblian er svarið.










