Fundamentalisma ella hundamentalisma

Dánial á Dul Jacobsen


Nú fosturtøkumálið enn einaferð er frammi, leggur tú merki til, at sjónarmiðini fyri ella ímóti fosturtøku standa eins langt frá hvørjum øðrum, sum eystur er frá vestur. Hetta undrar mangan, tí tað skilst, at her finst eingin millumvegur. Sjáldsamt sum báðir partar halda upp á sítt, og hjá báðum pørtum er antin svart ella hvítt. Hví er hetta so? Finst nøkur frágreiðing? Og er tað veruliga so, at partarnir ikki kunnu møtast?
Fyri at kunna svara hesum spurningum, mugu vit hyggja eftir grundarlagnum hjá báðum pørtum. Eitt orð, sum ofta hevur verið nevnt í hesum kjakinum er orðið fundamentalist-ur ella fundamentalisma. Fleiri av teimum, sum er fyri fríari fosturtøku, nevna hin partin fundamentalistar, sagt í tónum, so tú skalt ikki vera í iva um, at hetta er = muslimska funda-mentalismu/terrorismu.
Orðið fundamentalistur kemur av orðinum fundament. Í Ludvig Meyer?s fremmedordbog verður millum annað sagt um merkingina: Grund, grundvold, begyndelsesgrunde, grundbegreber, grundregler, forkundskaber. Við hesum í huga spyrt tú: Ber tað til at vera fundamentleysur? Í so fall: Eru so fundamentloysingar hundamental-istar? Nei, hunda-mentalistar eru ikki til. Vit eru øll funda-mentalistar og eftir stendur so bert tann eini spurningurin: Hvat er fundamentið hjá hvørjum einstøkum av okkum?
Jesus talar um "grundbegreber". Um hetta at byggja á orð. Í hansara talu er heldur ikki spurn-ingurin um fundament ella ikki fundament. Spurningurin er bert, hvat slag av fundamenti byggja vit á. Jesus sigur, at tann, sum byggir á orð hansara er líkur vitigum manni, ið byggir hús sítt á hellu, meðan øll onnur eru dárar og byggja á sandi.
Óloysiliga knýtt at spurninginum um fundament er spurningurin um trúgv. Hvørjum trúgva vit? Trúgva vit á Jesus, sum er "upphav skapnings Guds" Ella trúgva vit á ein saman-vavstur av Darwin (menningarlæra) og humanismu.
Menningarlæran er í sær sjálvum kynisk. Hetta gav at bíta, tá Jarl Giske hevði fyrilestur á fróðakaparsetrinum undir heitinum: "Evolusjon og kristen tro - en uunngåelig konflikt?" Giske er professari í lív-frøði á Universitetinum í Bergen, har hann undir-vísir í evolutiónsteori. Í fyrlestrinum vísti hann á kynismuna í menningarlæruni. Hetta fekk játt-andi humanist á staðnum at siga, at viðkomandi var skelkaður.
Sum lívsgrundarlag kann menningarlæran ikki standa einsamøll. Fyri at kunna svølgja hana í gerandisdegnum má humanisman blandast uppí. Humanisman sær burtur frá Gudi og øllum hansara verkum og setur menniskjað í miðdepilin. Í stuttum kann sigast, at tað humana í humanismuni í veruleikanum ikki snýr seg um annað enn tað behagiliga. So idegrundarlagið undir fosturtøku er kynisma blanda sam-an við behagiligheit. EINKI skal forða MÆR.
Henda kyniska be-hagiligheitin vísir seg ikki bert í fosturtøku. Í londum har frí fosturtøka hevur verið gald-andi í mong ár, er tankin um "mosturtøku" fyri langari tíð síðani blivin borðbærur og er í onkrum landi longu fluttur frá tanka til handling. Í Hollandi loyvir lógin aktivari deyðshjálp longu frá 12 ára aldri. Neyðugt er bert við loyvi frá einum lækna og deyðshjálpin kann fremjast beinanvegin. Er hetta rætt? Sand-byggjarin sigur ja. Klettabyggjarin sigur nei.
Koma vit nærri?