Fundaðust um samanlegging av fótbóltinum í Suðuroynni

Hóast samanlegging av fótbóltinum í Suðuroynni óivað er nakað, sum fólk ganga uppí, so møttu bert eini 40 fólk, tá ítróttarfeløg í oynni boðaðu limum til kunnandi fund í Øravík fríggjakvøldið um ætlaða samanlegging.

Jógvan Páll Lassen, sakførari, greiddi frá leistinum, sum stungin var út í kortið. Hann segði, at ætlandi skuldu gomlu feløgini halda fram, meðan bestu spælararnir í ymsu feløgunum savnast á felagsliðnum.

Fólk vóru ymisk á máli og høvdu spurningar, tá orðið gjørdist frítt. Nógv tyktust jalig, men tað vóru eisini tey, ið stóðu heldur ivandi í síni støðugtakan.

Tað er ikki at ganga nøkrum ov nær, um sagt verður, at serliga vóru tað limir í TB, sum høvdu ivaspurningar, og formaðurin í TB svaraði eisini einum spurningi um metingar millum limirnar, at um hann hevði loddað dýpið rætt, so var enn ikki meirluti millum limirnar fyri samanlegging.

Feløgini í Suðuroynni hava ætlandi øll aðalfund 10. oktober, har støða skal takast til spurningin um samanlegging.