Á fund við foreldrini hjá Madeleine McCann

Bretski innanríkisráðharrin, Theresa May, kunngjørdi um vikuskiftið, at hon hevur gjørt av at hava ein fund við foreldrini hjá Madeleine McCann, sum hvarv í Portugal í 2007. Talsmaðurin hjá innanríkisráðnum sigur, at Theresa May fer at tosa við Kate og Gerry McCann ein av teimum fyrstu døgunum. Tey bæði hava fleiri ferðir sagt, at tey vildu sleppa at tosa við innanríkisráðharran, og nú fáa tey sín vilja.

Madeleine McCann var fýra ára gomul, tá hon hvarv úr einari íbúð í frítíðarstaðnum Praia de Luz í Portugal.

Tilburðurin vakti stóran ans um allan heimin, men hóast umfatandi leiting er gentan ikki komin afturíaftur.