B6
Hóskvøldið kl. 19 er boðað til fundar millum sjúkrahúsleiðsluna og starvsfólk á B6. Fundurin verður kallaður fyri ein dialogur millum leiðslu og starvsfólk. Tað má eisini sigast at vera í tøkum tíma, at hesin fundurin verður hildin. Sjúkrahúsleiðslan hevur áður boðað frá, at hon ætlar sær at søkja eftir nýggjum starvsfólki, um ikki ein loysn verður funnin innan 7. desember ( blaðið verður prentað hósdag). Hesum ætlar Jóanis Erik Køtlum, sjúkrahússtjóri, ikki at sleppa.
-Vit fara at royna at skapa ein dialog millum partarnar, men hetta merkir ikki, at vit útseta okkara freist at søkja eftir nýggjum starvsfólki, sigur Jóanis Erik Køtlum.
Sjúkrahússtjórin sigur við Sosialin, at teir hava sett tríggjar tímar av til fundin. Hesir vera so eftir øllum at døma avgerandi, tá ið leiðslan og starvsfólki eru langt frá hvørjum øðrum, og ikki long tíð er at nýta.
Jóanis Erik Køtlum vónar, tað fer at eydnast teimum, at finna eina loysn á hesum málinum. Verður eingin loysn funnin, so er hann klárur at fara at søkja eftir nýggjum starvsfólki. Hann sigur ikki nakra avgerð vera tiknað, um leiðslan ætlar sær útum landoddarnar at søkja eftir fólki, men hann sigur, at teir væntandi fyrst fara at royna heimamarknaðin.
Ingun Gaardbo, álitisfólk á B6, sigur seg eisini vóna, at tað verður funnin ein loysn á málinum á fundinum. Hetta merkir tó ikki, at tær á nakran fara at slaka í teirra í krøvum.
-Vit fara heldur ikki at slaka, nú vit nærkast tíðarfreistini hjá leiðsluni, sigur Ingun Gaardbo.
Partarnir fara tó ikki einsamallir á fund. Eftir hvat Sosialurin hevur fingið uppspurt, so tekur sjúkrahúsleiðslan Jan Willemoes, virkissálarfrøðing, við á fundin. Sjúkrasystarnar hava Hans Trygva Teirin, sum er akvokatur hjá teimum, við sær á fund.










