Á fund at velja Hans

Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag stendur fyri vali á aðalfundi felagsins seinnapartin. Men undan aðalfundinum er greitt, at eingin bjóðar Hans Joensen av. Hann stillar upp aftur, og verður tí seinnapartin afturvaldur til formann í Havnar Arbeiðsmannafelag næstu tvey árini.

Umframt formann skulu tveir nevndarlimir veljast. Tríggir bjóða seg fram.

Teir eru Heri Reynheim og Sakaris Hansen, sum í dag sita í nevndini í Havnar Arbeiðsmannafelag, umframt Bogi Hentze.

Afturat tí meira formella partinum at aðalfundinum fáa limirnir eisini kunning um avtalu millum felagið og Betri Pensjón, um at flyta allar eftirlønirnar frá Eftirlønargrunninum til Betri Pensjón.

Aðalfundurin hjá Havnar Arbeiðsmannafelag er á Hotel Føroyum, og hann byrjar klokkan 15.