Fult virksemi aftur á Hafnia

Í morgin verður aftur fult virksemi á Hotel Hafnia. Allar umvælingar eru nú gjørdar eftir stóru gassspreingingina leygardagin, og allar góðkenningar eru fingnar upp á pláss. Gassleiðingar í køkinum á hotellinum eru allar lagdar av nýggjum eftir nýggjastu forskriftum og við nýggjastu trygdarskipanum. Hetta inniber millum annað, at tað nú eru ávaringarskipanir á gassleiðingunum.

-Tað skal ongin ivi valda um, at tað er púra trygt á Hotel Hafnia, bæði hjá gestum og hjá starvsfólkum, sigur Oddbjørg Højgaard, stjóri.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur góðkent køkin av nýggjum og longu í dag, hósdagin, er virksemi aftur í køkinum við skerdari matskrá. Fríggjadagin verður aftur fult virksemi á hotellinum, og Hafnia er longu nú klárt at taka sær av øllum uppgávum.

-Vit eru ógvuliga fegin um ta hjálp og tann stuðul, ið vit hava fingið frá øðrum í vinnuni í sambandi við trupulu støðuna, ið vit komu í. Tað fløvar at uppliva, hvussu fólk sjálvboðin bjóða seg fram, tá tað leikar á, sigur Oddbjørg Højgaard, stjóri.