Fult uppiborið

Jónsvein Thomsen heldur at ikki, at B71 hevði uppiborið annað enn ein sigur í gjár.

– 4-2 vísir væl gongdina í dystinum. Teir høvdu bóltin nakað væl meiri, men vit skoraðu upp á kjansirnar, meðan teir einki fingu burturúr, so tað var fult uppiborið, at vit vunnu, sigur hann.

Jónsvein Thomsen metir, at tað hjálpti væl hjá teimum at fáa eitt mál tíðliga í hvørjum hálvleiki.

– Heilt víst hjálpti tað. Serliga í seinna hálvleiki, har vit høvdu avgjørt at fara inn og spæla sum um dysturin stóð á jøvnum 0-0. Tískil kom eisini eitt sindur av ótta á okkum, tá EB/Streymur skoraði til 2-3, men vit arbeiddu og kempaðu allir sum vit skuldu, so tað var í ordan, heldur Jónsvein.

– Sigurin hjálpir okkum eisini heilt væl, og gevur okkum veruligt mót upp á seinnu hálvu, sigur Jónsvein og afturvísir, at B71 nú kennir seg tryggan í Formuladeildini.