B36 hevur ikki tapt í ár, men skal EB/Streymur bjóða av í oddinum , so skulu teir verða teir fyrstu at koppa oddaliðnum. Dysturin við Margáir í kvøld er helst tann mest spennandi og avgerandi oddadysturin higartil í ár.
Tað var um reppið, at B68 fekk stig í Gundadali móti teimum svørtu og hvítu sunnudagin, men sum ikki eina ferð, so var Lukasz Cielsewicz munurin. Tveir minuttir fyri tíð skoraði hann einsamalla í dystinum. EB/Streymur var í Klaksvík og vann 3-1. Sermerkt fyri dystin var, at EB/Streymur spældi við 10 monnum í yvir ein tíma. EB/Streymur hevur eisini ein mann, ið dugur at avgera. Tað hevur Arnbjørn Hansen prógvað í ár. Spurningurin er nú um tað verður Lukasz ella Arnbjørn, ið avgerð dystin við Margáir í kvøld.
Lagnudagur fyri HB
Sigfríður Clementsen hevur verið venjari hjá HB í fýra landskappingardystum. Tað hevur givið eitt stig í kassan og tí er HB trýst at vinna í kvøld, tá ÍF kemur á vitjan. Tað er langtsíðani, um nakrantíð, at HB hevur ligið undir niðurflytingar tá kappingini er komin so væl áleiðis. Hinvegin, so eru bara tvey stig upp til fimta plássið.
ÍF fekk um vikuskiftið eitt stig í grannauppgerðini móti NSÍ, men trupulleikin er framvegis at skjóta mál. Tað hevur HB eisini, tí er kundi verið líkt til ein málfátakan dyst í Gundadali í kvøld.
Víkingur herjar á
Seks sigrar á rað talar sína søk. Víkingur ætlar sær nakað í ár og teir trýsta B36 alt teir kunnu. Við sigrum á EB/Streymi og NSÍ hevur Víkingur eisini prógvað, at teir skulu takast í álvara. 07 Vestur hevur spælt fleiri góðar dystir í ár, men tapið fyri B71 sunnudagin hevur fingið vágamenn niður á jørðina aftur. Skal Víkingur vinna FM í ár, so skulu teir hava trý stig í kvøld.
NSÍ í ongamannalandi
NSÍ er einasta felagið í Vodafonedeildini, ið ikki er partur av nøkrum stríðið. Teir hava 25 stig á fjórða plássi. Fimtan stig eru upp til oddin og tíggju stig eru til niðurflytingarstrikuna. Tí kann NSÍ spæla frígjørt í kvøld, tá KÍ kemur á vitjan.
KÍ er hinvegin í leikligari kreppu saman við HB. Fyrst tapti KÍ á Summar Festivalinum móti botnproppinum B71, og sunnudagin taptu teir móti EB/Streymi, ið fekk ein mann útvístan longu aftaná 29 minuttir.
Kann B71 bjarga sær?
B71 hevur vunnið tveir teir seinastu dystirnar og brádliga tykist tað ikki ógjørligt, at árstalsfelagið kann bjarga sær lívinum í Vodafonedeildini. Teir eru í kvøld á vitjan á Toftum. B68 var bara tveir minuttir frá at fáa stig móti B36 í Gundadali. Kann B71 halda fram við góðu gongdini og bjarga sær?
- - -
Vodafonedeildin í kvøld:
NSÍ - KÍ (kl. 18:00)
HB - ÍF (kl. 18:00)
B68 - B71 (kl. 18:00)
EB/Str. - B36 (kl. 18:30)
07V - Víkingur (kl. 18:30)