Fult umfar seinnapartin

Seinnapartin í dag verður fult umfar í næstbestu fótbóltsdeildini.

TB, KÍ og 07 Vestur kappast um at flyta upp í bestu deildina. Felags fyri tey trý toppliðini er, at tey í dag spæla á heimavølli. KÍ fær vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ, TB fær vitjan av FC Hoyvík, sum er um at lyfta seg upp um niðurflytingar strikuna, og 07 Vestur fær vitjan av B68, sum framvegis eigur fyrsta sigurin í hesum árinum til góða.

 

Í dag:

KÍ-NSÍ: Alex Troleis kl. 15.00

HB-AB: Rói Jacobsen kl. 15.00

TB-FC Hoyvík: Andrew Christiansen kl. 15.00

07 Vestur-B68: Bárður Mortensen kl. 15.00

EB/Streymur-Víkingur: Birgir Sondum kl. 15.30

 

Støðan

TB 32

KÍ 31

07 Vestur 30

HB 26

Víkingur 25

EB/Streymur 23

NSÍ 19

AB 19

FC Hoyvík 17

B68 2

TB og HB hava spælt 17 dystir, og hini liðini hava spælt 16 dystir.