Fult umfar í dag

Betri deildin menn: Fimm dystir verða í dag

Tað verður fult umfar í Betri deildini hjá monnum í dag. Talan er um 2. umfar, sum bleiv útsett vegna veður. Byrjað verður klokkan 16.30 í Trongisvági, har TB í sínum fyrsta heimdysti í ár fær vitjan av HB.

 

Klokkan 17 verður dystur á Argjum. AB, sum hevur tapt allar tríggjar dystirnar higartil, fær vitjan av FM vinnarunum úr KÍ. Gestirnir eru stórfavorittar at vinna, men KÍ hevur onguntíð havt tað trupult á Argjum.

 

Ein av mest spennandi dystunum á pappírinum er í Fuglafirði millum ÍF og EB/Streym. ÍF er uppflytari, meðan EB/Streymur hevur latið nakrar spælarar fara í vetur. Bæði liðini hava fingið ein lutfalsliga góða byrjan upp á kappingarárið. Dysturin byrjar klokkan 18.

 

Í Gundadali fær B36 vitjan av Magnusi Holm Jacobsen og 07 Vestur, og á Toftum er dystur millum B68 og Víking. Báðir byrjar klokkan 18.

 

Betri deildin menn – 2. umfar:

 

Mikudagin 12. apríl

 

TB – HB (16.30)

 

AB – KÍ (17.00)

 

ÍF – EB/Streymur (18.00)

 

B36 – 07 Vestur (18.00)

 

B68 – Víkingur (18.00)

 

# LiðDVJTMFMMStig
1 330011299
2 HB330010199
3 Víkingur32018356
4 B3632015236
5 EB/S32014226
6 07 Vestur311134-14
7 ÍF31022203
8 B68301227-51
9 AB300308-80
10 TB3003216-140