Fult umfar hjá monnunum

Um vikuskiftið verður fult um­far hjá monnunum í hondbólti. Fyrsta umfar var farna viku­skiftið. Í Hoyvíkshøllini verður grannauppgerð millum H71 og Neistan. Tey møttust eisini í stórsteypadystinum og tá vann H71 greiðan sigur á teimum bláu.
KÍF fær vitjan av Kyndli, meðan í Vestmanna spæla VÍF og StÍF.
Allir dystirnir verða klokkan 16.00 sunnudagin.
Sunnudagin 30 september verða hesir dystir:

H71 - Neistin 16.00 (A104) – í Hoyvík
KÍF - Kyndil 16.00 (A105) – í Kollafirði
VÍF - StÍF 16.00 (A106) – Vestmanna