Fult umfar hjá kvinnunum

Mest áhugaverdi dysturin í kvinnudeildini í kvøld er uttan iva dysturin í Vestmanna, har oddaliðið Stjørnan er á vitjan hjá VÍF

Í bestu kvinnudeildini í hondbólti er fult umfar á skránni í kvøld. Søljan og Neistin hittast á Giljanesi, StÍF og Kyndil dystast á Skála, og í Vestmanna verður toppdystur millum VÍF og Stjørnuna. Dysturin í Vestmanna kann gerast ógvuliga spennandi, tí VÍF er eitt av fáu liðunum, ið kann gera nakað við tey bæði oddaliðini Stjørnuna og VÍF.

Stjørnan hevur ráð at tapa
Dystirnir millum VÍF og Stjørnuna eru vanliga rættuliga javnir. Hetta er fjórðu ferð í hesum kappingarárinum, at liðini hittas, og klaksvíkskvinnur hava vunnið tvær ferðir, meðan VÍF hevur vunnið einaferð. Tá ið liðini hittust í Klaksvík miðskeiðis í oktober mánaða, vóru tað kvinnurnar úr Vestmanna, sum vunnu við trimum málum. Ein góðan mánað seinni hittust liðini í Vestmanna, og tá vann Stjørnan við bert einum máli. Tann fyrri dysturin millum Stjørnuna og VÍF í endaspælinum, var leiktur í Klaksvík 18 januar, og tá vann heimaliðið Stjørnan 27-24. Sostatt hevur tað ongantíð verið tann stóri munurin, tá ið hesi bæði liðini hava hitst í landskappingini, og spennandi verður at síggja, um VÍF megnar at gera nakað við steypavinnararnar úr Klaksvík.
Um tað skuldi hent seg, at heimaliðið vann dystin í kvøld, so er tað heldur ikki nøkur vanlukka fyri Stjørnuna. Um vit ganga út frá at bæði Stjørnan og VB annars vinna allar sínar dystir, innan liðini hittast í finalubrakinum í Vági 27 marts, so verður tað bert tað eina stigið á muni undan dystinum. Tað vil siga, at vinnur Stjørnan í kvøld, eru tær eitt stig framman fyri, meðan VB er eitt stig framman fyri, um VÍF vinnur í kvøld. Tað merkir so at liðið, ið vinnur dystin í Vági, allarhelst verður føroyameistari.