Føroyska hondbóltskappingarárið byrjaði farna vikuskiftið. Tveir dystir vórðu spældir ávíkavist leygardagin og sunnudagin í FTZ-deildini, men í kvøld kemur verulig ferð á, tá ið heili tríggir dystir verða spældir í kvøld. Sostatt skulu seks av av sjey liðunum í deildini á vøllin.
Á Skála hittast tvey lið, ið fingu ymsar byrjanir upp á kappingarárið í vikuskiftinum. StÍF tekur ímóti H71. Strandingar vóru væl við í vikuskiftinum, tá ið teir vitjaðu í Kollafirði, men at enda rakk avrik teirra akkurát ikki til stig, tí at KÍF vann 26-25. Hinvegin fingu FM-biðlarnir úr Hoyvík eina sera góða og trygga byrjan upp á kappingarárið, tá ið Team Klaksvík varð sent úr Hoyvíkshøllini sunnudagin við einum tapi áljóðandi 36-19.
Team Klaksvík og nýggi leikandi venjarin hjá klaksvíkingum, Finnur Hansson, fáa eina sera torføra byrjan upp á kappingarárið. Eftir avsmurningin í Hoyvík sunnudagin er kvøldsins mótstøðulið føroyameistararnir úr VÍF, ið tó tykist at vera viknað nakað eftir farna kappingarár. Kvøldsins dystur í Badmintonhøllini er fyrsti landskappingardystur hjá vestmenningum í nýggja kappingarárinum.
Síðsti dysturin í hesum umfarinum verður spældur í høllini á Hálsi, har Kyndil byrjar kappingarárið við at taka ímóti KÍF, sum vann tepurt ímóti StÍF í vikuskiftinum.
Allir dystirnir í kvøld byrjar klokkan 20.
Eftir kvøldsins umfar er einasta liðið, sum ikki hevur verið í leiki, Neistin. Neistamenn spæla sín fyrsta dyst í nýggja kappingarárinum sunnudagin, tá ið VÍF kemur á vitjan.