Tað er fult umfar í 1. deild í dag. Veðrið er av tí fagrasta at ferðast í, og oddaliðið VB/Sumba vitjar Víking. Fyrsta bríkslið í Leirvík var longu klokkan 13.
Hini trý feløgini, sum hava møguleika at flyta upp, eru øll á heimavølli. 07 Vestur og AB eru greiðir favorittar ímóti ávikavíst KÍ og NSÍ. Spenningur er um, hvussu Krzystof Popczynski og TB fara at standa seg á heimavølli ímóti fyrrverandi felagnum hjá Popczynski, sum er HB.
AB-KÍ: Regin Egholm kl. 15.00
TB-HB: Eiler Rasmussen kl. 16.00
07 Vestur-NSÍ: Jan Skoradal kl. 15.00
Víkingur-VB/Sumba: Jón Kári í Brekkuni kl. 13.00
EB/Streymur-B68: Andrew Christiansen kl. 15.00
Støðan
VB/Sumba 19 stig
07 Vestur og AB 15 stig
TB og KÍ 13 stig
HB 11 stig
Víkingur 8 stig
EB/Streymur 6 stig
NSÍ 4 stig
B68 3 stig