Fult umfar í 1.deild og hálvfinalur hjá kvinnum

Fimm dystir verða í 1.deild hjá monnum í dag, har oddabrak verður í Vági. Eisini eru seinnu hálvfinalurnar hjá kvinnu á skránni í dag.

 

Í Suðri bresta nummar eitt og tvey í 1.deild hjá monnum saman. FC Suðuroy tekur móti AB. Argjamenn hava vunnið sjey sigrar upp í slag, meðan FC Suðuroy hevur vunnið fimm teir seinastu. FC Suðuroy hevur fimm stig fleiri enn argjamenn, men hava spælt ein dyst fleiri.

 

1.deild menn:

 

07 Vestur II – TB 13:00

FC Suðuroy – AB 14:45

Víkingur – FC Hoyvík 15:00

NSÍ II – HB II 15:00

Skála – EB/Streymur II 15:00

 

Steypakapping Kvinnur:

 

Seinnu hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnu verður eisini í dag. KÍ vann fyrru hálvfinluna móti Víkingi 12-0, so tað er greitt, at KÍ verður annað liðið í finaluni. Helst møta tær argjakvinnum, sum vinnu fyrru hálvfinaluna móti Skála á Skála 2-0.

 

Seinni hálvfinalur:

 

KÍ (12) – (0) Víkingur 17:15

AB (2) – (0) Skála 13:00