Øll trý oddaliðini í 1.deld hava heimavøll í kvøld. 07 Vestur tekur móti KÍ, argjamenn fáa vitjan av HB, meðan Skála fær vitjan av botnlinum av Toftum.
19. umfar í 1.deild hjá monnum verður í kvøld. 07 Vestur, sum liggur fremst við 43 stigum, fær vitjan av teimum næstbestu hjá KÍ. 07 Vestur vann á AB farna vikuskiftið og liggur einsmælt á odda.
Á Argjum verður grannauppgerð millum AB og HB. Argjamenn fingið eina góð byrjan upp á kappingarárið, men teir hava mist stevið eitt sindur. Sum skilst verður talan um eitt sættuliga sterkt HB, sum kemur á vitjan.
Skála herjar á og nú eru bara fýra stig upp til uppflytingarplássini. Skála er greiður favorittur móti B68, sum bara hevur fingið 11 stig higartil.
1.deild menn:
Skála B68 18:30
AB HB 19:00
B71 Víkingur 19:00
07 Vestur KÍ 19:00
NSÍ EB/Streymur 19:30