Áhugin fyri árligu fótbóltsskúlunum hjá Fótbóltssambandinum er sera stórur. Tað er longu einar tvær vikur síðani, at boðað varð frá, at tað var fult til skúlan á Toftum. Og undan vikuskiftinum boðaði FSF so frá, at øll plássini eisini eru umbiðin til Fótbóltsskúlarnar í Havn og í Sandavági. Seinastu plássini á einum FSF-fótbóltsskúla eru at finna á skúlanum, sum verður hildin í Vági.