Fult tamarhald

Steypafinalan hjá kvinnum í flogbólti byrjaði klokkan 13:30 leygardagin, og liðini hjá ÍF og SÍ brustu saman. Talan varð aldri um nakran spenning í dystinum, til tað var alt ov stórur munur, á degnum, millum liðini. ÍF vant rætt og slætt burturúr unga SÍ liðnum

FLOGBÓLTUR

 

Finaluliðini bæði kempa eisini um FM-heitið, og har eru SÍ eitt stig fremri, men støðan er tann, at seinasti dystur á árinum verður í Fuglafirði, har eitt treiskt ÍF lið bíðar, og tar ætla sær onki minni enn at vinna »the double«.

SÍ og ÍF hava higartil møtt hvørjum øðrum tvær ferðir, og úrslitini vórðu; í Fuglafirði, tepur 3-2 sigur til ÍF, og í Sørvági, tryggur 3-0 sigur til SÍ.

 

Góð og tøtt byrjan

ÍF byrjaði betur í finaluni, og løgdu seg eisini á odda 2-0, men SÍ svaraði væl aftur, og komu uppá 4-2, men so við sum settið leið, hevði SÍ meira og meira trupult við at fáa nakað annað enn spælið mitt fyri, at virka, og trilvandi spæl, merkt av at ov nógvir nervar vóru at hóma, hevði við sær, at ungu sørvágsgenturnar komu ov langt afturum.

ÍF kvinnurnar megnaðu at gera sær dælt av støðuni, og vunnu fyrsta settið 25-12.

 

Trilvanin helt á

ÍF byrjaðu næsta sett enn betur enn tær byrjaðu fyrsta sett. Tær vunnu sær eisini skjótt eina leiðslu uppá 7-2, og tá gjørdist trupult hjá SÍ at koma aftur í dystin, tí teirra spæl byrjaði at virka krampakent, og man hugsaði, um tær improviseraðu, ella hvat tað var, tær gjørdu. Lítið hekk saman, og munurin øktist. Men so var tað sum um ein glotti var at hóma. Hepnið var við SÍ eina løtu, og tær komu nærri, men so kom aftur steðgur í, og ÍF rann tískil eisini avstað vi øðrum setti 25-17.

 

Lítil uppreisn

Um tað var orsakað góðu løtuni í øðrum setti, og kanska kombinerað við sannroyndini um at triðja sett altíð er torført at vinna, er ilt at siga, men hvussu er og ikki, so komu SÍ væl betur við í triðja setti, men tað var ikki nóg mikið, tí ÍF vóru ikki til at steðga í dagsins finalu.

ÍF byrjaði væl betur í bæði fyrsta og øðrum setti, men í triðja setti komu SÍ væl betur inn í dystin, men konstantu villurnar høvdu við sær, at ÍF hevði ein lættan dyst, tá alt kom til stykkis.

 

Royndu til fánýtis

SÍ royndu gamaní at kempa seg inn í dystin, men alt ov nógvir feilir høvdu við sær, at tað var trupult hjá teimum at koma nærri einum róligum ÍF liði.

ÍF vann tískil ein sannførandi 3-0 sigur móti SÍ í dag, og kunnu harvið kalla seg steypavinnarar anno 2008.

 

Rutinan sigraði

Tíðuligt var at síggja hvat lið hevði fleiri royndir. ÍF spældu sítt spæl, vóru róligar og bíðaðu eftir møguleikanum til at loypa á, meðan SÍ hinvegin nærum leyp á við høvdinum undir arminum.

Servupressið frá róligu og konsentreraðu ÍF kvinnunum legði somikið av trýsti á móttøkurnar hjá SÍ, at tær ongantíð veruliga fingu bóltin upp til hevarin, ið hevði eina trupla uppgávu í finaluni. SÍ komu snøgt sagt ongastaðni í dystinum, og er tað sera harmuligt, tí flogbólt duga gellurnar sannuliga at spæla í Sørvági.