Tað hevur argað, at Teistin ikki hevur kunnað tikið fult tal av bilum í seinastuni, tí onnur rampan hevur verið í ólagi.
Nú er hetta fingið upp á pláss, og Teistin kann aftur taka fult tal av bilum á farleiðini.
Tað er ikki so sjáldan, at bilar standa eftir á bryggjuni í Skopun ella á Gomlurætt, og tí eru fólk fegin, nú rampin, sum hevur verið í ólagi, er í lagi aftur, og Teistin aftur kann taka allar teir bilar, sum eiga at rúmast á dekkinum og á báðum rampunum.
vilmund@sosialurin.fo