Fult stigatal til Heiðabátin

Í dag royndi Argjabáturin eina løtu at hótta gula bátin av Glyvrum, men tað eydnaðist ikki at halda muninum á málið.

Teir á Heiðabátinum góvust tó ikki, og seinna partin av teininum otaðu teir seg hálva bátslongd framum.

Róðurin hjá 8-mannaførunum varð annars nakað seinkaður, tí fleiri bátar tjóvstartaðu í fyrstu atløgu. Og fyri hetta gjørdi dómarin ikki mætari, enn at hann gav øllum bátunum gula kortið.

 

Úrslitið í dag

1 Heiðabáturin 07:05.17

2 Argjabáturin 07:06.22

3 Árnfirðingur 07:09.20

4 Ørvur 07:15.24

5 Knørrur 07:24.12

 

Støðan í FM-kappingini

1 Heiðabáturin 42

2 Argjabáturin 29

3 Ørvur 21

4 Árnfirðingur 20

5 Knørrur 14