Fyrstu dystirnir verða í kvøld og tilsamans verður fult umfar í Premier League hesa vikuna. Lagt verður fyri í kvøld við Blackburn-Bolton og Wolves-Norwich, meðan flestu dystirnir verða í annaðkvøld og endað verður við stórdystinum Tottenham-Chelsea hóskvøldið.
Allir dystir hava týdning, men einki er at taka seg aftur í, at vinnur Blackburn ikki í kvøld móti Bolton á heimavølli, verður Steve Kean neyvan venjari í morgin árini.
Annars burdu flestu dystirnir í annaðkvøld átt greiðan favoritt uttan kanska QPR-Sunderland. Og so sjálvandi brakið hóskvøldið millum Tottenham og Chelsea.
Dystirnir í hesum umfarinum eru:
Týskvøld:
Wolves Norwich 19.45
Blackburn-Bolton 20.00
Mikukvøldið:
Aston Villa-Arsenal 19.45
Manch. City-Stoke 19.45
Newcastle-West Brom 19.45
Everton-Swansea 20.00
Fulham-Manch. Utd. 20.00
QPR-Sunderland 20.00
Wigan-Liverpool 20.00
Hóskvøldið:
Tottenham-Chelsea