Stúgvandi fult av fólki var savnað á Nesi seinnapartin, tá spildurnýggja Blákrossheimið varð vígt og síðani tikið í nýtslu.
Jógvan Fríðriksson vísti á stóra týdningin, ið Blákrossheimið hevur fyri samfelagið. Við einum lítlum skálkabrosi tosaði biskupur um andan – á latíni ”spiritus” – sum vit øll menniskju eru ávirkað av.
– Vit menniskju liva altíð av einum anda, alternativið er andlát, helt biskupur skemtiliga fyri, áðrenn hann helt fram við myndataluni:
– Sannleikin er einfaldur. Fáur dettur um stóru steinarnar, men nógv snáva í smásteinunum, segði Jógvan Fríðriksson og sipaði til ta hjálp, sum vit øll viðhvørt hava tørv á.
Her hevur kristni hjálparfelagsskapurin Blákross sanniliga víst sítt virði fyri samfelagið, var rósandi skotsmálið frá biskupi, áðrenn hann seinnapartin vígdi nýggja Blákrossheimið á Nesi.
Tey millum 400 og 500 vitjandi á Nesi seinnapartin vóru á einum máli um, at karmarnir í spildurnýggja avrúsingar og viðgerðarheiminum eru av teimum allar bestu.
Ferð eftir ferð vórðu orðini næstrarkærleiki og vælvild nevnd í samband við nýggja Blákrossheimið. Næstrarkærleiki, tí tað er ein so grundleggjandi táttur í øllum arbeiði og endamáli hjá Bláa Krossi. Vælvild, tí tað hevur verið ein fortreyt og ein reyður tráður í øllum arbeiðnum við at byggja nýggja Blákrossheimið.
Húsið er 800 fermetrar til støddar og hevur kostað 13 milliónir krónur at byggja. Nú húsið er tikið í nýtslu er skuldin í húsinum niðanfyri fýra milliónir.
– Tað er ein skuldarbyrða, sum Bláikrossur klárar at bera, sigur ein sera fegin Frants Jensen, aðalskrivari í felagsskapinum.
Sí myndir frá vígsluni av Blákrossheiminum við at TRÝSTA HER.