Fult høsnahús

3.800 hønur komu í gjár í nýggja partin av høsnagarðinum hjá Føroya Egg á Velbastað. Skipanin er nú full, og virkið kann rekast optimalt

Landbúnaður

Velbastað:Eggvirkið hjá Føroya Egg á Velbastað er nú fult útbygt. Umleið 7.000 hønur eru nú í báðum húsunum á garðinum.
Í gjár komu 3.800 nýggjar hønur úr Danmark til Velbastaðar. Við teimum er skipanin full, sigur eigarin, Anfinn Brekkstein á Velbastað.
Tá virkið byrjaði, var bara eitt hús, og tí varð neyðugt at leggja stilt eitt styttri tíðarskeið, meðan hønurnar vórðu skiftar út.
Nú bygt er uppí, ber til at skifta út loypandi, soleiðis at drift alla tíðina er á virkinum, hóast allar hønurnar í øðrum bygninginum verða skiftar út í senn.
Nýggi bygningurin er eitt sindur øðrvísi bygdur enn tann eldri, sigur Anfinn Brekkstein. Hann er hægri og heldur arbeiðsligari, sigur hann.
Hønurnar fara allar at ganga leysar. Sonevndar skavihønur, sigur eigarin, sum leggur stóran dent á at fáa fram, at talan als ikki er um búrhønur.
Samlaða íløgan, nú bæði húsini eru tikin í brúk, liggur oman fyri hálvafjórðu millión krónur, sigur Anfinn Brekkstein.
Síðan eggvirkið byrjaði, hevur Føroya Egg selt øll eggini til handlar í Tórshavn. Teir stóru sum Miklagaðru og Føroya Keypsamtøka hava tikið í móti nógvum, eins og P.E. Kolonial, Hjá Gunleivi, Hjá Eli og Johs. Andreasen hava selt føroysk egg av Velbastað.
Anfinn Brekkstein sigur, at hóast nøgdin nú verður tvífaldað, fer hann fyribils ikki at selja aðrastaðni enn í Havnini kortini.
?Teir kundarnir, vit hava, hava klárað at selt alt, sum vit hava kunnað latið, og høvdu viðhvørt helst eisini kunnað selt meira, um tað var til. So vit fara at leggja okkum eftir at røkja tann marknað vit longu hava, áðrenn vit fara at hugsa um at fara víðari, sigur hann.
Hønurnar, sum komu til Velbastaðar í gjár, skulu nú venja seg við nýggja umhvørvið, og Anfinn Brekkstein væntar, at um einar fjúrtan dagar til tríggjar vikur, eru allar farnar at verpa.