Sera stórur áhugi er millum føroyingar at fara til Uriah Heep fjepparakvøldini, sum rokkbólkurin Deiggj skipar fyri saman við lokalum kreftum. Í kvøld er eisini fult hús í Vestmanna.
Tað er longu útselt til buffetina og borðhaldið, sum byrjar klokkan 21. Enn er tó møguleiki ein annar møguleiki, tí 50 eyka atgongumerki verða seld til sjálva konsertina og dansin sum byrjar klokkan 23.
Teir í Deiggj siga, at teir als ikki væntað, at áhugin fyri hesum tiltaki fór at verða so stórur. Fólk úr øllum Føroyum hava keypt atgongumerki til kvøldið í Vestmanna.
- Veruleikin er óivað, at Uriah Heep enn eiga ein stóran fjepparaskara í øllum aldursbólkum her á klettum, og eru tískil ein av teimum bólkunum frá 70´unum, ið hava megnað at varðveitt sína støðu sum tann legendariske progressivi rockbólkurin frá sjeytiárunum. Uriah Heeptónleikurin er klassiskur rokkur, sum er tíðarleysur eins og Mozart og Beatles o.s.fr.. Løgini halda og hava eina slíka dygd, at tíðarrinnar tonn ikki býtur á teimum. Hetta sóðu vit m. a. í mars mánaði, tá ið rokkbólkurin Deiggj hevði eitt Uriah Heepkvøld á Seglloftinum á Tvøroyri. Fólk sungu við á øllum løgunum og hugnaðu sær við at dyrka teirrafelags áhugamál, nevniliga Uriah Heep slagararnar, sigur bólkurin í tíðindaskrivi.
Kvøldið í Vestmanna verður fyriskipað sum eitt hugnakvøld frá klokkan 21 við borðhaldið, sum longu er útselt. Undir borðhaldinum er møgueliki at síggja ljósmyndir, ið lýsa brot úr søguni hjá Uriah Heep, og eisini onkrar myndir frá túrinum hjá Deiggj til Heepvention í Spanien Finnlandi.
Aftan á borðhaldið verður konsert við Uriah Heep løgum. Konsertin byrjar klokkan 23. Undir sjálvari konsertini verður víst ein ljósmyndaraøð við plátuhúsum og myndum, ið hoyra til tey einstøku heep løgini, ið Deiggj framføra.
- Vit hava fingið bíleggingar úr øllum Føroyum, tí er neyðugt við bussambandi til og frá Vestmanna. Náttarbussar koyrir heimaftur klokan hálvgum fýra av Bryggjuni til Havnar, siga fyrireikararnir í Vestmanna.