Fult hús til Summar Festivalin

Áhugin er sera stórur fyri at fáa eitt stað at búgva í Norðoyggjum, tá ið Summar Festivalurin verður í august. Norðoya Kunningarstova sigur, at áhugin hevur ongantíð verið so stórur, sum hann er júst í ár

Summar Festivalur

Í august mánaði verður Summar Festivalurin hildin fyri triðju ferð, og fyrsti útlendsku bólkarnir, sum skulu spæla á festivalinum, eru kunngjørdir. Atgongumerkjasølan hevur sambært fyrireikarunum gingið sera væl fyrstu tíðina, og á Norðoya Kunningarstovu eru tey eisini langt síðani farin at merkja stóra áhugan fyri festivalinum í Klaksvík.
- Fólk hava víst stóran áhuga fyri Summar Festivalinum bæði í fjør og í fyrraárið, men áhugin hevur ongantíð verið so stórur, sum hann er júst í ár, sigur Christian Olsen, leiðari fyri Norðoya Kunningarstovu.
- Øll summarhúsini í Norðoyggjum eru langt síðani leigað út á Summar Festivalinum, og vit royna at leita við ljós og lykt fyri at finna fleiri hús, sum fólk kunnu búgva í á festivalinum, sigur hann.

Gistingarhús á tremur
Um eina góða viku verður Norðoyatunnilin tikin alment í brúk, men hóast fasta sambandið er á veg, og fólk fáa nýggjar møguleikar at ferðast aftur og fram, so vilja nógv fólk gista í Norðoyggjum, tá festivalurin verður hildin.
Øll summarhúsini í Norðoyggjum eru leigað út til festivalin, Hotel Norð hevur fult hús, og á Sjómansheiminum í Klaksvík er bíðilisti fyri at sleppa innar fyrsta vikuskiftið í august.
Harafturat hava fleiri biðið sær pláss til campingvognar, og her hevur Norðoya Kunningarstova góðar umstøður at bjóða.
- Fleiri hava longu skrivað seg upp til campingpláss. Vit hava 18 el-íbindingar sum er, men tær kunnu gerast fleiri. Umstøðurnar til campingvognar eru betraðar síðani í fjør, og fólk eru væl nøgd við hesi plássi, tí summi hava lagt dent á, at tey vilja hava sama pláss sum í fjør, sigur Christian Olsen.

Góðir møguleikar at tjalda
Umframt campingplássini hevur Norðoya Kunningarstova eisini nógv tjaldingarpláss at ráða yvir, og her hava fólk longu skrivað seg upp á listan fyri at tryggja sær pláss.
- Vit hava roynt at bíða eitt sindur við at skriva fólk upp til tjaldingarpláss, men nú kunnu fólk gera vart við seg, um tey vilja hava eitt pláss. Vit hava nógv pláss til tjalding, og umstøðurnar eru heilt góðar, sigur Christian Olsen.
Umframt gistingina á landi, hava nógv fólk eisini búð í bátum, sum hava ligið við bryggju í Klaksvík, og í fjør var rættiligur bátastevnulag á Stongunum, har ein ørgrynna av smábátum lá á festivalinum. So hóast koyrandi verður á Summar Festivalin í ár, so fara ivaleyst nógv fólk at sigla til Klaksvíkar.
- Vit hava merkt eina stóra reaktión, eftir at bólkar eru kunngjørdur til festivalin í ár, og eg rokni við, at soleiðis verður eisini næstu tíðina. Vit rokna við, at áhugin fer rættiliga at eksplodera, nú mai mánaði stendur fyri durðum, sigur Christian Olsen.