Tað var ein hugnaligur dámur yvir konsertini frá fyrsta lagi og til tað seinasta.
Íalt framførdu tey bæði Lisberg omanfyri 25 løg, og tað var ikki frítt, at áhoyrararnir vóru bergtiknir av heitu og hugnaligu røddini á pápanum.
Hann er gamal og royndur í bransjuni, og tað hoyrdist týðiliga at hetta við sanginum, tað meistrar hann til fulnar.
Vit hoyrdu teir góðu og gomlu slagararnar á føroyskum og enskum, enntá ein á svenskum. Hetta var alt við til at gera hesa løtuna so sera hugnaligt.
At tað so mitt í konsertini var høvið at fáa ein heitan kaffimunn við góðum heimabakaðum køkum, gjørdi eisini sítt til, at stemningurin var í hæddini alla konsertina, sum vardi í góðan hálvan triðja tíma.
Besta røddin
Eitt serligt point og ein serstøk uppliving á konsertini var tann bert 17 ára gamla dóttir hansara, Kristel.
Tá hon av álvara slapp at royna seg við hennara sangum, lyfti hetta líkasum konsertina uppá eitt høgt støði: Er tað nakað sum Kristel dugir sum fá, so er tað at syngja.
Tað var neyvan nakar áhoyrari sum ivaðist í, at her er talan um eitt stórt talent, sum vónandi bara kann fáa høvið at menna seg enn meiri í framtíðini.
Tað vóru tó ikki bert føroyingar her á landi sum hava skilt hetta. Á konsertini var eisini ein føroyingur, sum hevur búð handan hav í eini 20 ár.
Eftir konsertina var hann øgiliga spentur eftir at fáa orðið á Kristel. Og tað eydnaðist honum eisini backstage.
Hey, Kristel. Tú ert ein fantastiskur sangari, og tú hevur eina framúr góða rødd.
Eg skal siga tær sannleikan: Tað eru bara tvey fólk í Føroyum sum veruliga hava sangararøddir. Og ta einu røddina, hana eigur tú!, segði hann sera sannførdur á málinum.
Einki varð kortini sagt um, hvør átti hina røddina.
Millum aðrar áhoyrarar hetta kvøldið vóru eisini løgmaður, Jóannes Ejdesgaard og mentamálaráðharrin, Jógvan á Lakjuni.
Lítil ivi er um, at teir eisini hugnaðu sær hetta kvøldið!