Á Læraraskúlanum siga tey seg fegnast um, at tað hevur eydnast at manna øll 96 plássini í royndarárinum við nýggju pedagog-og læraraútbúgvingini Øll 96 plássini í fyrsta árgangi av pedagoglesandi og læraralesandi eru mannað. Tað fegnast tey um á Føroya Læraraskúla, har tey kenna avbjóðingina vera stóra, nú farið verður undir royndarár, sum Mentamálaráðið ætlar skal bera við sær, at nýggju studentarnir fara at fáa prógv sambært nýggju ásetingunum, sum tað verður arbeitt við at fyrireika.
-Vit hava fyrireikað fyrsta hálvárið liðugt, og nú verður arbeitt við at fyrireika víðari, sigur Jóannes Hansen á Læraraskúlanum.
Fyri fyrstu ferð nakrantíð vera 48 nýggj pedagoglesandi og 48 nýggju læraralesandi. -Vit eru fegin um, at tað eydnaðist at fáa fulla manning. Læraraskúlar og pedagogskúlar í grannalondum okkara eru millum skúlarnar, sum vísa seg at hava trupult at fáa nóg nógvar skikkaðar studentar.
At tað fer at bera til at hýsa øllum teimum nýggju lesandi kemst av, at tey nýggju skulu vera til undirvísing tríggjar dagar um vikuna. 24 læraralesandi og 24 pedagoglesandi vera tveir dagar um vikuna, og 24 onnur læraralesandi og pedagoglesandi vera tveir aðrar dagar. Øll tey nýggju vera ein dag um vikuna til undirvísing. Hinar báðar dagarnar er ætlanin, at tey skulu nýta til lestur. Fyrsta próvtøkan hjá teimum, sum nú fara undir lestur, verður í september.
Tey nýggju lesandi á Læraraskúlanum skulu fyrstu ferð møta týsdagin klokkan 10. Í morgin møta 2. L og 2. P at fyrireika móttøkuna. Tey í 3. P og 4. P og 3. og 4. L fara í morgin undir lestur sambært ætlanini, sum er kunngjørd á heimasíðuni hjá skúlanum.